4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 3

Nýggja samkomuhúsið hjá Hebron Reist!

Nýggja samkomuhúsið hjá Hebron Reist! 06.04.2021 Beint fyri páskir var reisigildi í samband við, at nýgga samkomuhúsið hjá Hebron í Leirvík varð reist. Í hesum sambandi var eitt lítið hátíðarhald á plássinum, har nakað av fólki var savna til kaffi og køku. Bygningurin, sum verður bygdur omanfyri verandi samkomuhús, er uml. 600 m2 til víddar. Byggivirkið KBH hevur ábyrgd av betongarbeiðstøkuni.Vit ynskja øllum, ið varða av Hebron til lukku við, at nýggji bygningurin er reistur.
les meira

10 ára starvsdagur hjá KBH

10 ára starvsdagur hjá KBH 04.02.2021 Seinasta fríggjadag hevði okkara dugnaligi starvsfelagi Arnfinn Johannessen 10 ára starvsdag hjá Byggivirkið KBH. Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var til tey ymisku byggiplássini. Helgi Johannessen handaði eina gávu og blómur og takkaði Arnfinni fyri tíðina í fyritøkuni. Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Arnfinn hjartaliga tillukku við 10 ára starvsdegnum og vóna at hann heldur áfram í nógv ár afturat.
les meira

KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ

KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI 11-11-2020 VEGNA NÓGV VIRKSEMI, LEITA VIT EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKI AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI. Vit hava nógvar spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Arbeiði er í Eysturoyðnni Vit vænta at tú: hevur royndir sum timburmaðurert arbeiðssom/samurert røkinert álítandihevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Helga Johannessen,telefon 218874 Umsóknin saman við lívsrensli og royndum skal sendasttil KBH@KBH.fo Byggivirkið KBH er ein byggifyritøka við uml. 25-30 starvfólkum, byggifrøðingar, skrivstovufólk, timburmenn, Snikkarari, smiðir og lærlingar.Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men
les meira

Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi

Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi 06.10.2020 Byggingin av teimum 16 eigaraíbúðunum, ið verða bygdar framvið Heygsvegi á Toftum gongur væl og herfyri var tann fyrra, av tveimun íbúðarlonum, reist. Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvi mitt í hjartanum í bygdini. Tað samlaða økið byrjar veruliga at taka skap og tá hetta stendur liðugt, verða í alt 34 íbúðir í hesum hugnaliga umhvørvið. Vit hjá Byggivirkiðnum KBH eru stolt av, at vera við í menningini av hesum økið. default
les meira

Jordan Andreassen útlærdur

Jordan Andreassen útlærdur 06.10.20 2. oktober bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Jordan Andreassen, útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust á middegi til eina hugnaliga løtu, har Benn eisini hevði eina heilsan og handaði honum sveinabrævið. Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Jordan í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Jordan heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.