4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 4

BRÚK FYRI NÝGGJUM AVBJÓÐINGUM?

BRÚK FYRI NÝGGJUM AVBJÓÐINGUM? KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI 18.08.2020 VEGNA NÓGV VIRKSEMI, LEITA VIT EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKI AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI. Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið. Vit vænta at tú: Hevur viðkomandi arbeiðsroyndirErt arbeiðssom/samurErt røkinErt álítandiHevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Um áhugi er, kanst tú venda tær til Helga Johannessen, telefon 218874
les meira

Petur í Túni Petersen útlærdur

Petur í Túni Petersen útlærdur 18.08.20 31 juli bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Petur í Túni Petersen útlærdur sum timburmaður. Árenn felagi fór í feriu, var skipa fyri felags morgunmati, har Benn og Helgi høvdu eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi. Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Peturi hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Petur heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

Sáttmáli gjørdur uppá betongarbeiði til Hebron í Leirvík.

Sáttmáli gjørdur uppá betongarbeiði til Hebron í Leirvík. 15.05.2020 Samkoman Hebron í Leirvík hevur skriva undir sáttmála við Byggivirkið KBH, um betongarbeiðið til nýggja samkomubygningin hjá Hebron. Higartil hevur tað mesta av arbeiðinum verið sjálvboðið. Men í gjár varð skrivað undir avtalu, at Byggivirkið KBH á Toftum skal reisa betongveggirnar og leggja betongelementtekju á. Nýggja Hebron fer at standa stutt omanfyri verandi samkomubygning. Vit hjá byggivirkinum KBH eru spent uppá uppgávuna og síggja fram til at fari verur ígongd seinni í ár.
les meira

Fríðtíðarskúlin á Toftum reistur!

Fríðtíðarskúlin á Toftum reistur! 28.04.2020 Tann 24.04.20 var reisigildi í samband við at nýggi fríðtíðarskúlin var reistur. Í hesum sambandi var eitt líti hátíðarhald á plássinum. Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, Takkaði fyri gott samstarv og rósti øllum fyri gott arbeiði og áhaldni, serliga í vetur, tá veðrið mangan ikki var til vildar. Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.Umframt Frítíðarskúlan, fer elsti árgangurin í Barnagarðinum, sum vanliga verður nevndur skúlabólkurin, eisini at húsast í nýggja bygninginum.
les meira

Gongd sett á nýggja íbúðarbygging við Heygsveg á Toftum

Gongd sett á nýggja íbúðarbygging við Heygsveg á Toftum 05.02.2020 Nú er verulig gongd komin á byggingina av teimum 16 frálíku eigaraíbúðunum, ið verða bygdar framvið Heygsvegi á Toftum. Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvi mitt í hjartanum í bygdini við sera góðum útsýni yvir fjørðin. Tætt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttaøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í nátturuvakra økið kring Toftavatn. Nógv hava tikið av hesum serstaka møguleika og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar, men enn er møguleiki at ogna sær eina av hesum frálíku íbúðum. Tær fyrstu íbúðirnar eru væntandi klárar at flyta inn í – í 2021. Ynskjur tú kunning um
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.