4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 6

Tjaldhøllin tikin í nýtslu

Tjaldhøllin tikin í nýtslu 15.03.2019 Nýggja tjaldhøllin hjá KBH er nú tikin í nýtslu, og tað fyrsta tilfari til eitt byggarí er longu fari gjøgnum goymsluhøllina. Arbeiðið við at montera høllina hevur gingið skjótt og væl, hóast veðri hevði hug at arga, sum tað kann hesa ársins tíð. Nýggja goymsluhøllin gevur okkum betri umstøður / møguleikar til at planleggja tey arbeiði sum eru ígongd og fyri framman. Hartil gevur høllin møguleika fyri at útgerð og amboð kunnu standa inni. Umframt at húsa ymiska útgerð, amboð, lyft og maskinur, skal nýggja høllin eisini brúkast til at goyma tilfar í. Nýggju umstøðunar fara avgjørt eisini at koma kundum okkara til góðar.
les meira

Nýggjar maskinur til KBH

Nýggjar maskinur til KBH 14.03.2019 Byggivirkið KBH hevur útvega sær eina nýggja Takeuchi TB225 Maskinu og ein minidumpara. Tað er OK Service s/pf sum hevur levera maskinurnar. Byggivirkið KBH takkar OK service fyri leveringina av teimun nýggju arbeiðstólunum og hartil eina sera góða service.
les meira

Handverkarar og arbeiðsfólk til timbur- og betongarbeiði

Handverkarar og arbeiðsfólk til timbur- og betongarbeiði 16-01-2019 Vegna nógv virksemi, leita vit eftir handverkarum og arbeiðsfólki at byrja skjótast til ber til timbur- og betongarbeiði. Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið. Vit hava nógvar spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Vit vænta at tú: hevur viðkomandi arbeiðsroyndir ert arbeiðssom/samur ert røkin ert álítandi hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Um áhugi er, kanst tú venda
les meira

Norðskála kirkja endurvígd

les meira

Íbúðarbygging á Toftum

Íbúðarbygging á Toftum 31-10-2018 Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um bygging av 18 íbúðum á Toftum. Talan verður væntandi bæði um almennar leigubústaðir og um lutaíbúðir. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.