4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 7

KBH skal útbyggja frítíðarskúlan á Toftum.

KBH skal útbyggja frítíðarskúlan á Toftum. 08.07.2019 Byggivirkið KBH hevur skriva undir sáttmála við Nes Kommunu, uppá arbeiði at útbyggja frítíðarskúlan á Toftum. KBH er stórarbeiðstakari í samband við hesa útbygging. Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til frítíðarskúlan og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova. Eisini verða broytingar og ábøtur gjørdar á verandi frítíðarskúla og uttanumøki.Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum. Vit hjá Byggivirkinum KBH eru sera spent uppá hesa uppgávu og síggja fram til at fari verur ígongd.
les meira

Frálíkar íbúðir við Heygsveg

Frálíkar íbúðir við Heygsveg 02.05.2019 Nú er møguligt at skriva seg upp til eina av teimum 16 frálíku íbúðunum, ið verða bygdar á Heygsvegi á Toftum. Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur mitt í hjartanum av bygdini við sera góðum útsýni yvir fjørðin. Tætt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttaøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í nátturuvakra økið kring Toftavatn. Íbúðirnar eru 55 og 78 fermetrar til støddar og vegleiðandi prísirnir eru ávikavist kr. 1.880.000,- og kr. 2.100.000,-. Íbúðirnar eru væntandi klárar at flyta inn í – í 2021. Ynskja tit kunning um áhugaverdu verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkumi samband við SKYN ella KBH.
les meira

Tjaldhøllin tikin í nýtslu

Tjaldhøllin tikin í nýtslu 15.03.2019 Nýggja tjaldhøllin hjá KBH er nú tikin í nýtslu, og tað fyrsta tilfari til eitt byggarí er longu fari gjøgnum goymsluhøllina. Arbeiðið við at montera høllina hevur gingið skjótt og væl, hóast veðri hevði hug at arga, sum tað kann hesa ársins tíð. Nýggja goymsluhøllin gevur okkum betri umstøður / møguleikar til at planleggja tey arbeiði sum eru ígongd og fyri framman. Hartil gevur høllin møguleika fyri at útgerð og amboð kunnu standa inni. Umframt at húsa ymiska útgerð, amboð, lyft og maskinur, skal nýggja høllin eisini brúkast til at goyma tilfar í. Nýggju umstøðunar fara avgjørt eisini at koma kundum okkara til góðar.
les meira

Nýggjar maskinur til KBH

Nýggjar maskinur til KBH 14.03.2019 Byggivirkið KBH hevur útvega sær eina nýggja Takeuchi TB225 Maskinu og ein minidumpara. Tað er OK Service s/pf sum hevur levera maskinurnar. Byggivirkið KBH takkar OK service fyri leveringina av teimun nýggju arbeiðstólunum og hartil eina sera góða service.
les meira

Handverkarar og arbeiðsfólk til timbur- og betongarbeiði

Handverkarar og arbeiðsfólk til timbur- og betongarbeiði 16-01-2019 Vegna nógv virksemi, leita vit eftir handverkarum og arbeiðsfólki at byrja skjótast til ber til timbur- og betongarbeiði. Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið. Vit hava nógvar spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Vit vænta at tú: hevur viðkomandi arbeiðsroyndir ert arbeiðssom/samur ert røkin ert álítandi hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Um áhugi er, kanst tú venda
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.