4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 9

KBH gjørt sáttmála í Klaksvík

KBH gjørt sáttmála í Klaksvík 04.09.2018 Byggivirkið KBH hevur skriva undir avtalu, um at standa fyri at byggja húsini hjá Kristinu og Andras Samson úr Klaksvík upp av nýggjum. Húsini fórust mestsum øll av stórum eldsbruna fyri nakað av tíð síðan. Vit í Byggivirkinum KBH eru spent uppá uppgávuna og síggja fram til at seta gongd í byggingina.
les meira

KBH byggjarí vinnur altjóða heiðursløn !

KBH byggarí vinnur altjóða heiðursløn ! 27.08.2018 Býráðshúsið í Eysturkommunu vann í vikuni altjóða heiðursløn í Global Architecture & Design Awards 2018 (GADA). Dómsnevndin segði býráðshúsið verða “ein heilt serstakligur bygningur,” og gav tí fyrstu virðislønina í bólkinum Public Buildings. Ikki minni enn 748 verkætlanir úr 50 ymsum londum kappaðust í GADA um virðislønir innan arkitektur, landslag, stórbýar snið, vørusnið og innandura snið. Tað er Osbjørn Jacobsen Arkitektar, ið eru partur av Henning Larsen Architects, sum hava staðið fyri at tekna býráðshúsið á oyruni í Norðragøtu og Byggivirkið KBH hevur sum høvuðsarbeistakari, staði fyri at uppføra bygningin. Vit í KBH eru sera glað fyri at hava veri við til at byggja henda serstaka og spennandi
les meira

Krevur arbeiði eina lyft?

Krevur arbeiðið eina lyft? Set teg í samband við KBH ! KBH hevur nú ogna sær eina nýggja ommelyft, ið hevur eina arbeiðshædd upp til 18,30 metur. Hetta viðførur at vit kunna bjóða eina enn betri og meir fleksibla tænastu í samband við arbeiðir, sum eru uppi í hæddini, og har tað ofta kann vera torført at sleppa framat. Eisnini er møguligt at leiga lyftina eftir avtalu. Set teg í samband við okkum og hoyr nærri!
les meira

Tilbúgvingar-støðin í Leirvík reist

Tilbúgvingarstøðin í Leirvík reist 28.06.2018 Mándagin vóru sperrurnar reistar á teimum fyrstu lonunum á tí nýggju tilbúgvingarstøðini í Leirvík. Tað er Eystur Kommuna ið er byggiharri og Byggivirkið KBH er stórarbeiðstakari. Nýggja tilbúgvingarstøðin hevur góðar umstøður, við millum anna kontórhølum, skiftingarrúmum, tveimum bilhúsum til sløkkibiliarnar o.a.
les meira

Søkja um byggiloyvi? Lat KBH hjálpa tykkum!

Søkja um byggiloyvi? Lat KBH hjálpa tykkum! Vit hjálpa tær fegin við at gera myndugleikasettið klárt, so byggiloyvið kann útvegast. Allar neyðugar tekningar Útrokningar av nýtingarstigi vm. Frágreiðingar Orkuútrokning Set teg í samband við okkum… Orkuútrokning er nú neyðug fyri at fáa byggiloyvi. Út frá tekningum og frágreiðingum av húsi tygara, vísir orkuútrokningin um húsi lýkur galdandi reglur um orkunýtslu sambært nýggju bygningskunngerðini 2017.
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.