4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Tíðindi

Eyðfinnur Jensen útlærdur

Eyðfinnur Jensen útlærdur 02.06.22 Fríggjadag bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Eyðfinnur Jensen útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust til ein kaffimunn, har Benn og Helgi bóru fram eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi. Eyðfinnur heldur fram hjá Byggivirkið KBH fram til summarfrítíðina, Síðani flytur Eyðfinnur saman við familjuni til Noregs. Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Eyðfinn í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta á teirra nýggja ævintýri.
les meira

Musikskúlin fær betri umstøður

Musikskúlin fær betri umstøður 19.05.2022 Á fundi í Nes kommunu hin 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu – ella fýra nýggj venjingarrúm, sum eisini kunnu brúkast í einum til felags venjingar.   Í samband við umbyggingina verða eisini aðrar tillagingar gjørdar, eitt nú við nýggjari brandtrappu. Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri. Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av verkætlanini, og Steingrund Akustik hevur ráðgivið um ljóðviðurskiftini. Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar kommuna og Nes kommuna eru
les meira

Ítróttarhøllin á Skála umvælast.

Ítróttarhøllin á Skála umvælast. 04.05.2022 Ítróttarhøllin á Skála hevur seinastu árini veri ígjøgnum eina størri umvæling, bæði innan og uttan. Norðrari endin av ítróttarhøllini var nú eftir, og í dag skrivaðu borgarstjórin í Runavíkar Kommunu og umboð fyri KBH, undir sáttmála um at umvæla hendan partin av ítróttarhøllini. Eftir ætlan verur arbeiði sett ígongd beinanvegin. 
les meira

Tvey hús reist í Leitinum, Runavík

Tvey hús reist í Leitinum, Runavík 30.03.2022 Verulig gongd er komin í sethúsa-bygging á nýggju útstykkingini í Leitinum, í Runavíkar Kommunu. Fyri stuttum blivu tvey hús reist, sum Byggivirkið KBH letur byggja, fyri tveir av kundum okkara. Fyrra húsi, er tað sera hugnaliga eittplans-húsið hjá Vilbjørg. Her hava vit saman við kundanum, komin fram til eitt húsasnið, ið samantvinnar øll tey ynskir, sum kundin hevur til síni framtíðar hús. Seinna húsi er eitt snøgt arkitekt tekna hús í tveimun hæddum, hjá Bitirtu og Eyðun. Út frá tekningum frá arkitekti, ráðgeva vit kundanum um góðar konstruktivar og haldgóðar loysnir, við virðing fyri verandi húsatekning. Vit takka Vilbjørg og Biritu & Eyðun fyri at tey valdu Byggivirkið KBH, at byggja teirra
les meira

Bent Johny Olsen útlærdur

Bent Johny Olsen útlærdur 06.01.22 Beint fyri jól bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Bent Johnny Olsen útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust til ein morgummat, har Benn og Helgi bóru fram eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi. Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Bent Johnny í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Bent Johnny heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

Síður:

1 2 3 4 5 6 7 8 9 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.