Absalon í Frammistovu útlærdur
25.09.23
Fríggjadagin bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Absalon í Frammistovu útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust til ein kaffimunn, har Benn og Helgi bóru fram eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi.
Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Absalon í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Absalon heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
![](https://kbh.fo/wp-content/uploads/2023/09/IMG_4803-1024x768.jpg)