4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 2

Barnagarðurin á Toftum dagførdur

Barnagarðurin á Toftum dagførdur 30.09.2021 Tann gamli parturin av barnagarðinum á Svangaskarði er nú dagførdur uttan. Bygningurin er blivin bjálvaður og fingið nýggja klæðing, líknandi nýggja partinum av dagstovninum. “Gamla B68 húsið” ið bygningurin eisini verður kallaður, bleiv samanbygdur við nýggja partin av dagstovninum, tá hann bleiv útbygdur fyri nøkrum árum síðani. Við dagføringini uttan, kann sigast at hesir báðir bygningar verðuliga eru knýttir saman til eina heild. Starvsfólk og børn hava fylgt spent við í byggitíðini og børnini hava sett nógvar spurningar til handverkararnar.  Vit vilja takka børnum og starvfólkinum á dagstovninum, fyri at tey hava verði so fitt og blíð við okkum, ímeðan vit hava órógva teirra spælipláss í byggitíðini. Eisini vilja vit takka
les meira

10 ára starvsdagur hjá KBH

10 ára starvsdagur hjá KBH 15.07.2021 Mánadagin 28.06.21 hevði okkara dugnaligi starvsfelagi Jógvan Johannessen 10 ára starvsdag hjá Byggivirkið KBH. Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var víðari á starvsfólkaútferð. Helgi Johannessen handaði eina gávu og blómur og takkaði Jógvan fyri tíðina í fyritøkuni. Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Jógvan hjartaliga tillukku við 10 ára starvsdegnum og vóna at hann heldur áfram í nógv ár afturat.
les meira

18 íbúðir eru nú handaðar til Bústaðir

18 íbúðir eru nú handaðar til Bústaðir 09.06.2021 Tær 18 íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú allar avhandaðar til Bústaðir. Fólk eru flutt inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar, sum vóru lidnar á jólum og mánadagin vóru tær seinastu 8 íbúðirnar handaðar, áðrenn tíð til ein vælnøgdan byggiharra. Byggivirkið KBH hevur sum heildararbeiðstakari staðið fyri bæði projektering og bygging av teimum 18 íbúðunum. Nes Kommuna hevur staðið fyri at skipa uttanumøki. Vit vilja ynskja Bústøðum og øllum í Nes Kommunu hjartaliga tillukku við nýggju íbúðarlonunum, ið eru við til at víðka um bústaðarmøguleikarnar í bygdini. Eisini vilja vit takka Bústøðum, Nes Kommunu og hinum arbeiðstakarunum fyri eitt gott samstarv.
les meira

Nýggji frítíðarskúlin avhendaður

Nýggji frítíðarskúlin avhendaður 21.05.2021 Nýggji frítíðarskúlin á Toftum er avhendaður og tikin í nýtslu. Starvsfólk og børn hava bíða spent í byggitíðini. Tey vóru tí sera glað fyri, at kunna flyta inn í teirra frálíku nýggju hølir. Byggivirkið KBH hevur staði fyri: Kloakk, betong, múrara og timbur /snikkaraarbeiðinum. Vit vilja ynskja øllum í Nes Kommunu hjartaliga tillukku við nýggja bygninginum. Eisini vilja vit takka Nes Kommunu, Fuglark og hinum arbeiðstakarunum fyri eitt gott samstarv.
les meira

Hilmar Højgaard útlærdur

Hilmar Højgaard útlærdur 06.04.21 26. mars bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Hilmar Højgaard útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust til ein morgummat, har Benn og Helgi bóru fram eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi. Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Hilmar í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.Hilmar heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.