4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Nýggju húsini til familjuna

Nýggju húsini til familjuna

Nýggju húsini til familjuna

02.05.2023

Tvey av seks húsum, ið Byggivirkið KBH letur byggja, framvið Høganesvegi á Toftum, verða liðug í juni / juli í ár.

Við hesi bygging, vilja vit raka tørvin hjá størru familjunum, -og hjá onkrum eldri, sum ynskja okkurt nýtt og lættari. Hetta er eitt alternativ til at byggja síni egnu hús, og her fáa fólk eini lyklaklár hús, har alt eisini er liðugt uttan.

Húsini eru í tveimun hæddum á 75 fermetrar hvør hæddin, umframt 11 fermetrar, sum er goymslu og tøkinirúm. – ella 161 fermetrar tilsamans.

Øll húsini hava eitt fantastiskt tún aftanfyri á stívliga 100 fermetrar. Tað er terrassa og carport sum binda húsini saman. Annars eru tey meir at rokna sum støk hús,  har 4,5 metrar eru millum húsini.

Tað eru tvey ymisk sløg av húsum og trý av hvørjum. Onnur typan hevur fýra kømur og hin typan trý. Húsini sum hava trý kømur, hava ístaðin grovkøk, og øll seks húsini hava tvey baðirúm.

Øll húsini verða inniloka áðrenn veturin kemur og væntast kann at í minsta lagi tvey hús verða liðug seinni í ár. Øll verkætlanin nærkast endanum , tá árið er liði.

Húsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

Onnur sethús verða bygd á niðaru sí á vegnum, so í hesum nýggja umhvørvinum, fara nógvar ungar familjur at búðleikast í nærmastu framtíð.

Tað eru nógv sum spyrja um húsini og áhugin er stórur.

Húsini verða lýst til sølu á www.ogn.fo í juni / juli í ár. 

Meir verður at frætta um gongdina, á okkara heimasíðu. www.kbh.fo 

Ynskir tú nærri kunning um hesa spennandi verkætlan, ert tú vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Byggivirkið KBH

10 ára starvsdagur hjá KBH
Búfelagsskapur byggjast á Toftum
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.