4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

10 ára starvsdagur hjá KBH

10 ára starvsdagur hjá KBH

10 ára starvsdagur hjá KBH

03.01.2023

Mánadagin 02.01.23 hevði okkara dugnaligi starvsfelagi John Dávur Djurhuus 10 ára starvsdag hjá Byggivirkið KBH.

Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var út á tey ymisku byggiplássini.

Helgi Johannessen handaði eina gávu og blómur og takkaði John Dávuri fyri tíðina í fyritøkuni.

Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja John Dávur hjartaliga tillukku við 10 ára starvsdegnum og vóna at hann heldur áfram í nógv ár afturat.

Nýggj tónleikahølir til musikskúlan í Tofta skúla
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.