4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Page 5

Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi

Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi 06.10.2020 Byggingin av teimum 16 eigaraíbúðunum, ið verða bygdar framvið Heygsvegi á Toftum gongur væl og herfyri var tann fyrra, av tveimun íbúðarlonum, reist. Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvi mitt í hjartanum í bygdini. Tað samlaða økið byrjar veruliga at taka skap og tá hetta stendur liðugt, verða í alt 34 íbúðir í hesum hugnaliga umhvørvið. Vit hjá Byggivirkiðnum KBH eru stolt av, at vera við í menningini av hesum økið. default
les meira

Jordan Andreassen útlærdur

Jordan Andreassen útlærdur 06.10.20 2. oktober bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Jordan Andreassen, útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust á middegi til eina hugnaliga løtu, har Benn eisini hevði eina heilsan og handaði honum sveinabrævið. Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Jordan í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Jordan heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

BRÚK FYRI NÝGGJUM AVBJÓÐINGUM?

BRÚK FYRI NÝGGJUM AVBJÓÐINGUM? KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI 18.08.2020 VEGNA NÓGV VIRKSEMI, LEITA VIT EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKI AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI. Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið. Vit vænta at tú: Hevur viðkomandi arbeiðsroyndirErt arbeiðssom/samurErt røkinErt álítandiHevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Um áhugi er, kanst tú venda tær til Helga Johannessen, telefon 218874
les meira

Petur í Túni Petersen útlærdur

Petur í Túni Petersen útlærdur 18.08.20 31 juli bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Petur í Túni Petersen útlærdur sum timburmaður. Árenn felagi fór í feriu, var skipa fyri felags morgunmati, har Benn og Helgi høvdu eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi. Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Peturi hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Petur heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
les meira

Sáttmáli gjørdur uppá betongarbeiði til Hebron í Leirvík.

Sáttmáli gjørdur uppá betongarbeiði til Hebron í Leirvík. 15.05.2020 Samkoman Hebron í Leirvík hevur skriva undir sáttmála við Byggivirkið KBH, um betongarbeiðið til nýggja samkomubygningin hjá Hebron. Higartil hevur tað mesta av arbeiðinum verið sjálvboðið. Men í gjár varð skrivað undir avtalu, at Byggivirkið KBH á Toftum skal reisa betongveggirnar og leggja betongelementtekju á. Nýggja Hebron fer at standa stutt omanfyri verandi samkomubygning. Vit hjá byggivirkinum KBH eru spent uppá uppgávuna og síggja fram til at fari verur ígongd seinni í ár.
les meira

Síður:

Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.