4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Barnagarðurin á Toftum dagførdur

Barnagarðurin á Toftum dagførdur

Barnagarðurin á Toftum dagførdur

30.09.2021

Tann gamli parturin av barnagarðinum á Svangaskarði er nú dagførdur uttan. Bygningurin er blivin bjálvaður og fingið nýggja klæðing, líknandi nýggja partinum av dagstovninum.

“Gamla B68 húsið” ið bygningurin eisini verður kallaður, bleiv samanbygdur við nýggja partin av dagstovninum, tá hann bleiv útbygdur fyri nøkrum árum síðani.

Við dagføringini uttan, kann sigast at hesir báðir bygningar verðuliga eru knýttir saman til eina heild.

Starvsfólk og børn hava fylgt spent við í byggitíðini og børnini hava sett nógvar spurningar til handverkararnar. 

Vit vilja takka børnum og starvfólkinum á dagstovninum, fyri at tey hava verði so fitt og blíð við okkum, ímeðan vit hava órógva teirra spælipláss í byggitíðini.

Eisini vilja vit takka Nes Kommunu og Teknistovuni fyri eitt gott samstarv.

10 ára starvsdagur hjá KBH
Spakin settur í til serstøk randarhús á Høganesi.
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.