Petur í Túni Petersen útlærdur
18.08.20
31 juli bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Petur í Túni Petersen útlærdur sum timburmaður. Árenn felagi fór í feriu, var skipa fyri felags morgunmati, har Benn og Helgi høvdu eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi.
Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Peturi hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Petur heldur fram hjá Byggivirkið KBH.
![](http://kbh.fo/wp-content/uploads/2020/08/20200626_140220-768x1024.jpg)