4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Tvey hús reist í Leitinum, Runavík

Tvey hús reist í Leitinum, Runavík

Tvey hús reist í Leitinum, Runavík

30.03.2022

Verulig gongd er komin í sethúsa-bygging á nýggju útstykkingini í Leitinum, í Runavíkar Kommunu. Fyri stuttum blivu tvey hús reist, sum Byggivirkið KBH letur byggja, fyri tveir av kundum okkara.

Fyrra húsi, er tað sera hugnaliga eittplans-húsið hjá Vilbjørg. Her hava vit saman við kundanum, komin fram til eitt húsasnið, ið samantvinnar øll tey ynskir, sum kundin hevur til síni framtíðar hús.

Seinna húsi er eitt snøgt arkitekt tekna hús í tveimun hæddum, hjá Bitirtu og Eyðun. Út frá tekningum frá arkitekti, ráðgeva vit kundanum um góðar konstruktivar og haldgóðar loysnir, við virðing fyri verandi húsatekning.

Vit takka Vilbjørg og Biritu & Eyðun fyri at tey valdu Byggivirkið KBH, at byggja teirra hús og gera teirra dreymar til veruleika.

Bent Johny Olsen útlærdur
Ítróttarhøllin á Skála umvælast.
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2022.