4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

BYGGIVIRKIÐ KBH SØKIR TIMBURLÆRLINGAR

BYGGIVIRKIÐ KBH SØKIR TIMBURLÆRLINGAR

Byrja tína yrkisleið hjá okkum…

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?

Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið.

Vit hava nógvar spennandi verkætlanir í gongd í løtuni.

Vit vænta at tú:

  • ert arbeiðssom/samur
  • ert røkin
  • ert álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Vilt tú vita nærri um hvussu tað er at vera lærlingur hjá KBH, kanst tú venda tær til Helga Johannessen, telefon 218874

Umsóknin saman við lívsrensli og royndum skal sendast til KBH@KBH.fo

Byggivirkið KBH er ein byggifyritøka við uml. 25-30 starvfólkum, byggifrøðingar, skrivstovufólk, timburmenn, Snikkarari, smiðir og lærlingar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men í høvuðsheitum innan Betong-, Timbur og snikkarafakið. Ofta sum høvuðsarbeiðstakari í samstarvi við fyritøkur innan hini fakini.

Fyrstu randarhúsini reist á Høganesvegi
Nýggj tónleikahølir til musikskúlan í Tofta skúla
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.