4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Fyrstu randarhúsini reist á Høganesvegi

Fyrstu randarhúsini reist á Høganesvegi

Fyrstu randarhúsini reist á Høganesvegi

15.11.2022

Seinasta mánadag, bleiv fyrsta randarhúsi reist á Høganesi.

Randarhúsi er tað fyrsta av í alt 6 randarhúsum, ið Byggivirkið KBH letur byggja, framvið Høganesvegi í Nes Kommunu.

Randarhúsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

Randarhúsini verða partur av spennandi framtíðar býlingi í økinum, har Nes Kommuna nýliga hevur longt Høganesveg og gjørt klárt til nýtt sethúsaøki.

Í hesum nýggja umhvørvinum, fara nógvar ungar familjur at búðleikast í nærmastu framtíð.

Bygd vera tvær ymiskar húsatypir í tveimun hæddum.

Hvørt randarhús hevur yvurdekka bilskýli, tøknirúm, goymslu, Inngongd/durur, 2 wc, bryggers, stórt alrúm til køk/stovu & ávíkavíst 3 & 4 kømur.

Hartil er ein stór altan/terrassa, umframt gott úti-tún á niðaru & ovaru síðu.

Ynskir tú nærri kunning um hesa spennandi verkætlan, ert tú vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Byggivirkið KBH.

Ymiskt tilfar til sølu
BYGGIVIRKIÐ KBH SØKIR TIMBURLÆRLINGAR
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2023.