Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi
Fyrsta íbúðarlonin reist á Heygsvegi 06.10.2020 Byggingin av teimum 16 eigaraíbúðunum, ið verða bygdar framvið Heygsvegi á Toftum gongur væl og herfyri var tann fyrra, av tveimun íbúðarlonum, reist. Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvi mitt í hjartanum í bygdini. Tað samlaða økið byrjar veruliga at taka skap og tá hetta stendur liðugt, verða í alt 34 íbúðir í hesum hugnaliga umhvørvið. Vit hjá Byggivirkiðnum KBH eru stolt av, at vera við í menningini av hesum økið. default