Íbúðarbygging á Toftum
Íbúðarbygging á Toftum 31-10-2018 Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um bygging av 18 íbúðum á Toftum. Talan verður væntandi bæði um almennar leigubústaðir og um lutaíbúðir. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu
Timburmaður nr. 20 útlærdur!
Timburmaður nr. 20 útlærdur! 05.10.2018 28. september bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Einar Højgaard, útlærdur sum timburmaður. Einar er samstundis lærlingur nummar 20, sum hevur útbúgvi seg til timburmann hjá Byggivirkinum KBH. Vit í Byggivirkinum KBH eru sera glað fyri at hava Einar í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Ein álítandi samstarvsfelagi í byggivinnuni
Ein álítandi samstarvsfelagi í byggivinnuni 22-09-2018 Nú er møguligt at lesa meira um okkum og okkara virksemi í hesum faldara Trýst her fyri at lesa faldaran
10 ára starvsdagar hjá KBH
10 ára starvsdagar hjá KBH 11.09.2018 Okkara dugnaligu starvfólk, Jørmund Skoradal og Marin Rasmussen, hava verið í starvi hjá Byggivirkinum KBH í ávikavist 10 og 11 ár. Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var til tey ymisku byggiplássini. Benn Johannessen handaði teimun gávu og blómur og takkaði teimum fyri tíðina í fyritøkuni. Vit í Byggivirkinum KBH vilja ynskja Marin og Jørmund hjartaliga tillukku við starvsdøgunum, og vóna at tey halda áfram í nógv ár framyvir.