Nýggj tónleikahølir til musikskúlan í Tofta skúla
07.12. 2022
Í gjár var avhendingarskjalið uppá nýggju tónleikahølini í Tofta skúla undirskriva.
Á myndini eru fyri Byggivirkið KBH, Helgi Johannessen, stjóri og Karl Johannessen, byggifrøðingur, og fyri Nes Kommunu er Súni í Hjøllum, borgarstjóri.
Arbeiði hevur gingið væl og partarnir eru sera væl nøgdir við úrslitið.
Tað var í summar, at fari var undir at umbyggja gamla køkin í 1981-bygninginum til tónleikahølir ætlað musikskúlanum. Talan er um eina gólvvídd á umleið 110 fermetrar. Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til ber at hava samanspæl í einum størri høli.
Eisini er eitt høli við thekøki, har starvsfólk og næmingar kunnu savnast.
Eftir ætlan verða nýggju hølini sýnd fram fyri almenninginum í januar, tá ið Musikskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki.
Vit ynskja Nes kommunu og Musikskúlanum hjartaliga tillukku við nýggju stásuligu hølunum og takka fyri eitt gott samstarv.
Byggivirkið KBH.