BRÚK FYRI NÝGGJUM AVBJÓÐINGUM?
KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI
18.08.2020
VEGNA NÓGV VIRKSEMI, LEITA VIT EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKI AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI.
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?
Hevur tú samstundis hug at vera í eini fyritøku har umstøður og trivnaður hjá starvsfólkunum er í fokus? So er Byggivirkið KBH rætta staðið.
Vit vænta at tú:
- Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
- Ert arbeiðssom/samur
- Ert røkin
- Ert álítandi
- Hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu.
Um áhugi er, kanst tú venda tær til Helga Johannessen, telefon 218874
Byggivirkið KBH er ein byggifyritøka við uml. 25-30 starvfólkum, byggifrøðingar, skrivstovufólk, timburmenn, Snikkarari, smiðir og lærlingar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men í høvuðsheitum innan Betong-, Timbur og snikkarafakið. Ofta sum heildar / høvuðsarbeiðstakari í samstarvi við fyritøkur innan hini fakini.