Stutt um søguna hjá KBH
BYGGIVIRKIÐ KBH BLEIV STOVNAÐ Í 1999.
Í byrjanini vóru 3 partaeigarar – faðir og synir. Fylgjandi tóku synirnir, Benn og Helgi, yvir virkið, og í dag er Karl givin vegna aldur.
Umframt tær uppgávur, sum virkið hevur loyst síðani stovnan, so hava eigarnir og starvsfólkini drúgvar royndir innan byggivirksemið á mongum økjum.
Karl hevði havt egið virkið síðani tíðliga í 1960’unum, inntil hann bleiv partur av KBH í 1999. Helgi bleiv úlærdur sum húsasmiður í 1990 og byggifrøðingur í 1993, og hevur umframt at arbeitt sum timburmaður, eisini starvast sum byggifrøðingur í Danmark í 4 ár.
Fyritøkan hevur síðani byrjan verið í støðugum vøkstri, og í løtuni eru á leið 30 starvsfólk hjá KBH; byggifrøðingar, timburmenn, snikkarar, smiðir og lærlingar.