Tjaldhøllin tikin í nýtslu
15.03.2019
Nýggja tjaldhøllin hjá KBH er nú tikin í nýtslu, og tað fyrsta tilfari til eitt byggarí er longu fari gjøgnum goymsluhøllina.
Arbeiðið við at montera høllina hevur gingið skjótt og væl, hóast veðri hevði hug at arga, sum tað kann hesa ársins tíð.
Nýggja goymsluhøllin gevur okkum betri umstøður / møguleikar til at planleggja tey arbeiði sum eru ígongd og fyri framman. Hartil gevur høllin møguleika fyri at útgerð og amboð kunnu standa inni.
Umframt at húsa ymiska útgerð, amboð, lyft og maskinur, skal nýggja høllin eisini brúkast til at goyma tilfar í.
Nýggju umstøðunar fara avgjørt eisini at koma kundum okkara til góðar.