Søgan.
BYGGIVIRKIÐ KBH BLEIV STOVNAÐ Í 1999
Felagi var stovna sum ein familjufyritøka av Karl Johannessen og synunum Benn og Helga Johannessen.
Fyritøkan hevur síðani byrjan verið í støðugum vøkstri, og í løtuni eru á leið 30 starvsfólk hjá KBH; byggifrøðingar, timburmenn, snikkarar, smiðir og lærlingar.
Umframt tær uppgávur, sum virkið hevur loyst síðani stovnan, so hava eigarnir og starvsfólkini drúgvar royndir innan byggivirksemið og verkætlanarleiðslu á mongum økjum.
Benn og Helgi reka fyritøkuna í dag, har í tí dagliga arbeiðinum, verður lagdur dentur á, at veita eitt haldgott og professionelt handverk og hartil veita ein góða og sakliga ráðgeving til teirra kundar.