Nýggja samkomuhúsið hjá Hebron Reist!
06.04.2021
Beint fyri páskir var reisigildi í samband við, at nýgga samkomuhúsið hjá Hebron í Leirvík varð reist.
Í hesum sambandi var eitt lítið hátíðarhald á plássinum, har nakað av fólki var savna til kaffi og køku.
Bygningurin, sum verður bygdur omanfyri verandi samkomuhús, er uml. 600 m2 til víddar. Byggivirkið KBH hevur ábyrgd av betongarbeiðstøkuni.Vit ynskja øllum, ið varða av Hebron til lukku við, at nýggji bygningurin er reistur.