Norðskála kirkja endurvígd
Norðskála kirkja endurvígd
30.10.2018
Sunnudagin 28.10.18 bleiv Norðskála kirkja endurvígd, eftir at kirkjan hevur verið fyri eini umfatandi høvuðsumvæling teir seinastu mánaðirnar.
Hetta bleiv hátíðarhildið við gudstænastu, har ið Jógvan Fríðrikson bispur endurvígdi kirkjuna. Aftaná var boðið til ábit í Eydnuni, har øll vóru vælkomin.
Vit í Byggivirkinum KBH eru glað fyri at hava fingið møguleikan at standa fyri hesi umvæling og vit eru stolt av úrslitinum.
Byggivirkið KBH vil ynskja øllum, sum vara av Norðskála kirkju hjartaliga tillukku við teirra nýumvældu kirkju.
Áðrenn
Aftaná
Áðrenn
Aftaná