15. apr. 2025
Andras Thomsen útlærdur.
Í dag bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Andras Thomsen útlærdur sum húsasmiður
Starvsfelagarnir samlaðust til ein morgunmat, har Benn bar fram eina heilsan og handaði honum sveinabrævi.
Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Andras í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Andras heldur fram hjá Byggivirkið KBH.