14. apr. 2025
Navia opna í nýggjum hølum í Vágsbotni.
Leygarmorgunin var móttøka í sambandi við, at Navia lat nýggjan handil upp í gamla handilsbygninginum hjá Andreasi í Vágsbotni.
Hugnaliga húsi við tí eyðkenda reyða litinum, hevur seinastu tíðina veri ígjøgnum eina umfatandi umvæling, og úrsliti er blivið sera flott.
Vit hjá Byggivirkið KBH, vilja takka fyri at vit kundu vera ein partur av spennandi uppgávuni, at skapa nýggja snøgga handilin, har væl av dygdargóðum tilfari og flottum hondverkið gongur upp í eina hægri eind.
Vit vilja ynskja øllum starvsfólkum hjá Navia hjartaliga tillukku við nýggja handlinum og ynskja teimun blíðan byr.
Eisini vilja vit takka hinum arbeiðstakarunum fyri eitt gott samstarv.