Búmerkið hjá felagnum
08. jul. 2019

KBH skal útbyggja frítíðarskúlan á Toftum..

Byggivirkið KBH hevur skriva undir sáttmála við Nes Kommunu, uppá arbeiði at útbyggja frítíðarskúlan á Toftum. KBH er stórarbeiðstakari í samband við hesa útbygging.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til frítíðarskúlan og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Eisini verða broytingar og ábøtur gjørdar á verandi frítíðarskúla og uttanumøki.
Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum.

Vit hjá Byggivirkinum KBH eru sera spent uppá hesa uppgávu og síggja fram til at fari verur ígongd.

Fleiri myndir.