Búmerkið hjá felagnum
04. feb. 2021

10 ára starvsdagur hjá KBH.

Seinasta fríggjadag hevði okkara dugnaligi starvsfelagi Arnfinn Johannessen 10 ára starvsdag hjá Byggivirkið KBH.

Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var til tey ymisku byggiplássini.

Helgi Johannessen handaði eina gávu og blómur og takkaði Arnfinni fyri tíðina í fyritøkuni.

Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Arnfinn hjartaliga tillukku við 10 ára starvsdegnum og vóna at hann heldur áfram í nógv ár afturat.