Búmerkið hjá felagnum
31. mai 2023

Búfelagsskapur byggjast á Toftum.

Í dag varð sáttmálið undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH, um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur á Kneysum á Toftum.

Talan er um eina verkætlan, har Bústaðir saman við Almannaverkinum hava  avtala bygging av íbúðum til ein búfelagsskap.

Íbúðirnar verða uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum verður felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.

Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegn. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

Arbeiði byrjar beinavegin og væntandi verður verkætlanin liðug á sumri 2025.

Byggivirkið KBH.

Fleiri myndir.