25. sep. 2023
Alis-evnafrøðistova í Tofta skúla dagførast.
Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla. Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur og nýggj tónleikahøli eru gjørd. Býráðið í Nes Kommunu hevur samtykt at takað av tilboði frá byggivirkinum KBH um at umbyggja hølini til alis- og evnafrøði. Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri. Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av verkætlanini. Eftir ætlan verur arbeiði sett ígongd í næstum.