Búmerkið hjá felagnum
21. aug. 2024

Serstøku húsini á Høganesi eru nú liðug.

Á heysti 2021 bleiv spakin settur í, til eina spennandi verkætlan har ið Byggivirkið KBH fór ígongd við at byggja 6 serstøk hús, á Høganesvegi í Nes Kommunu.

Á sumri í fjør, vóru lyklarnir handaðir til eigararnar av teimun fyrstu húsunum, og nú tá øll verkætlanin komin at enda, búleikast nógvar familjur í hesum nýggja hugnaliga umhvørvinum.

Húsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

Vit takka øllum sum hava veri við í hesi verkætlan, fyri eitt gott samstarv og vilja eisini ynskja øllum eigarunum, hjartaliga tillukku við teirra nýggja heimi.

Byggivirkið KBH.

Fleiri myndir.