Búmerkið hjá felagnum
03. sep. 2024

KBH partur av byggingini av nýggja Borg.

Fyri tíð síðani, fór Borg í eina tilgongd at byggja ein nýggjan bygning til teirra virksemi, framvið nýggja fjørðuvegnum á Glyvrum.

Arbeiði at byggja nýggja timburhandilin er nú fari ígongd.

Byggingin fevnir um 6 samanbygdar hallir. Eina handils- og skrivsovuhøll, og hartil 5 goymsluhallir. Ì alt uml.7.500 fermetur.

Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av bjálva og klæða handilbygningin og hartil klæðing av øllum goymslubygningunum.

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar, har Rodmundur Nielsen, Stjóri á Borg, og Benn og Helgi Johannessen frá Byggivirkið KBH undirskrivaðu avtaluna.

Eftir ætlan flytir Borg í nýggja bygningin í komandi ári.