27. apr. 2026
KBH skal umvæla Kommunuskrivstovuna.
Í síðstu viku var arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Byggivirkið KBH og Nes kommunu um umbygging og dagføring av kommunuskrivstovuni. Í hesum umfarinum verður umbygt í gamla skúla, har móttøkan og tekniska deild halda til.
Helgi Johannesen, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan, sum hevur við sær, at farið verður undir arbeiðið í mai. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fyrst í november.
Í byggitíðini verða ávísar tillagingar gjørdar í dagliga fyrisitingarliga arbeiðinum inni á kommunuskrivstovuni. Móttøkan fer at hava inngongd, har fundarhølið er, og almennu býráðsfundirnir fara at verða hildnir í nýggja Undirhúsinum.
Vit gleða okkum at koma ígongd við hesa umvæling.