Búmerkið hjá felagnum
06. feb. 2026

10 ára starvsdagar.

Í dag hátíðarhalda vit at okkara dugnaligu starvsfelagar Jákup Højgaard og Petur í Túni Petersen hava 10 ára starvsdag hjá Byggivirkið KBH.
Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var út á tey ymisku byggiplássini.
Helgi Johannessen handaði teimun blómur og takkaði fyri tíðina í fyritøkuni.
Vit í Byggivirkið KBH vilja ynskja Jákup og Petur hjartaliga tillukku við 10 ára starvsdegnum og vóna at teir halda áfram í nógv ár afturat.