17. okt. 2025
Aleksandur Ó Jensen útlærdur.
Í dag bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Aleksandur Ó Jensen útlærdur sum húsasmiður.
Starvsfelagarnir samlaðust til ein morgunmat, har Helgi bar fram eina heilsan og handaði honum sveinabrævi.
Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Aleksandur í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Aleksandur heldur fram hjá Byggivirkið KBH.