Musikskúlin fær betri umstøður
19.05.2022
Á fundi í Nes kommunu hin 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu – ella fýra nýggj venjingarrúm, sum eisini kunnu brúkast í einum til felags venjingar.
Í samband við umbyggingina verða eisini aðrar tillagingar gjørdar, eitt nú við nýggjari brandtrappu.
Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum partarnar. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri. Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av verkætlanini, og Steingrund Akustik hevur ráðgivið um ljóðviðurskiftini.
Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar kommuna og Nes kommuna eru saman um.
Eftir ætlan verur arbeiði sett ígongd beinanvegin.