KBH byggarí vinnur altjóða heiðursløn !
27.08.2018
Býráðshúsið í Eysturkommunu vann í vikuni altjóða heiðursløn í Global Architecture & Design Awards 2018 (GADA). Dómsnevndin segði býráðshúsið verða “ein heilt serstakligur bygningur,” og gav tí fyrstu virðislønina í bólkinum Public Buildings. Ikki minni enn 748 verkætlanir úr 50 ymsum londum kappaðust í GADA um virðislønir innan arkitektur, landslag, stórbýar snið, vørusnið og innandura snið.
Tað er Osbjørn Jacobsen Arkitektar, ið eru partur av Henning Larsen Architects, sum hava staðið fyri at tekna býráðshúsið á oyruni í Norðragøtu og Byggivirkið KBH hevur sum høvuðsarbeistakari, staði fyri at uppføra bygningin.
Vit í KBH eru sera glað fyri at hava veri við til at byggja henda serstaka og spennandi bygning og ynskja Eysturkommunu tillukku við heiðrinum.
Les meira og sí fleri myndir á heimasíðuni hj Eysturkommunu:
https://www.eysturkommuna.fo/byradshusid-vinnur-heidursloen/
Kelda: www. Eysturkommuna.fo