Gongd sett á nýggja íbúðarbygging við Heygsveg á Toftum
05.02.2020
Nú er verulig gongd komin á byggingina av teimum 16 frálíku eigaraíbúðunum, ið verða bygdar framvið Heygsvegi á Toftum.
Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur í framúrskarandi umhvørvi mitt í hjartanum í bygdini við sera góðum útsýni yvir fjørðin. Tætt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttaøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í nátturuvakra økið kring Toftavatn.
Nógv hava tikið av hesum serstaka møguleika og flestu íbúðirnar eru longu umbidnar, men enn er møguleiki at ogna sær eina av hesum frálíku íbúðum.
Tær fyrstu íbúðirnar eru væntandi klárar at flyta inn í – í 2021.
Ynskjur tú kunning um áhugaverdu verkætlanina, eru tú vælkomin at seta teg í samband við SKYN ella KBH.