Fríðtíðarskúlin á Toftum reistur!
28.04.2020
Tann 24.04.20 var reisigildi í samband við at nýggi fríðtíðarskúlin var reistur.
Í hesum sambandi var eitt líti hátíðarhald á plássinum.
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, Takkaði fyri gott samstarv og rósti øllum fyri gott arbeiði og áhaldni, serliga í vetur, tá veðrið mangan ikki var til vildar.
Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.Umframt Frítíðarskúlan, fer elsti árgangurin í Barnagarðinum, sum vanliga verður nevndur skúlabólkurin, eisini at húsast í nýggja bygninginum.