Búfelagsskapurin á Toftum reistur!
05.03.2024
Tann 05.03.24 var reisigildi í samband við at nýggi íbúðarbygningurin til búfelagsskap var reistur.
Í hesum sambandi var eitt hátíðarhald inni í hølunum hjá Nes Kommunu, har umboð fyri Landsstýri, Almannaverkið, Bústaðir og arbeiðstakarar luttóku.
Íbúðarbygningurin er í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur á Kneysum á Toftum.
Talan er um eina verkætlan, har Bústaðir saman við Almannaverkinum hava avtala bygging av íbúðum til ein búfelagsskap.
Íbúðirnar verða uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum verður felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.
Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegn. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.
Byggivirkið KBH hevur ábyrgd av verkætlanini sum heildararbeiðstakari.
Væntandi verður verkætlanin liðug á sumri 2025.