Etika opna í nýggjum hølum
30.09.2022
Í august opnaði nýggja Etika matstovan á Høgabóli í Saltangará.
Hugnaliga húsi mitt í býnum, sum millum fólk verur kalla “Hjá Barberinum” ella “Íshúsið” hevur seinastu tíðina veri ígjøgnum eina umfatandi umvæling.
Í septembur opnaði eisini ein nýggj Etika matstova við Sundsvegin í Havn.
Matstovan er í sama bygningi sum Á -handilin heldur til omanfyri Tórsbreyt.
Byggivirkið KBH, vil takka fyri at vit kundu vera ein partur av spennandi uppgávuni, at skapa nýggju snøggu matstovurnar, har væl av dygdargóðum tilfari og flottum hondverkið gongur upp í eina hægri eind.
Vit vilja ynskja øllum í Gist & Vist hjartaliga tillukku við nýggju matstovunum og ynskja teimun blíðan byr.
Eisini vilja vit takka Arkitektum og hinum arbeiðstakarunum fyri eitt gott samstarv.