Eyðfinnur Jensen útlærdur
02.06.22
Fríggjadag bleiv okkara dugnaligi lærlingur, Eyðfinnur Jensen útlærdur sum timburmaður. Starvsfelagarnir samlaðust til ein kaffimunn, har Benn og Helgi bóru fram eina heilsan og handaðu honum sveinabrævi.
Eyðfinnur heldur fram hjá Byggivirkið KBH fram til summarfrítíðina, Síðani flytur Eyðfinnur saman við familjuni til Noregs.
Vit í Byggivirkið KBH eru sera glað fyri at hava Eyðfinn í fyritøkuni og vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta á teirra nýggja ævintýri.