Tvey hús reist í Leitinum, Runavík
30.03.2022
Verulig gongd er komin í sethúsa-bygging á nýggju útstykkingini í Leitinum, í Runavíkar Kommunu. Fyri stuttum blivu tvey hús reist, sum Byggivirkið KBH letur byggja, fyri tveir av kundum okkara.
Fyrra húsi, er tað sera hugnaliga eittplans-húsið hjá Vilbjørg. Her hava vit saman við kundanum, komin fram til eitt húsasnið, ið samantvinnar øll tey ynskir, sum kundin hevur til síni framtíðar hús.
Seinna húsi er eitt snøgt arkitekt tekna hús í tveimun hæddum, hjá Bitirtu og Eyðun. Út frá tekningum frá arkitekti, ráðgeva vit kundanum um góðar konstruktivar og haldgóðar loysnir, við virðing fyri verandi húsatekning.
Vit takka Vilbjørg og Biritu & Eyðun fyri at tey valdu Byggivirkið KBH, at byggja teirra hús og gera teirra dreymar til veruleika.