Barnagarðurin á Toftum dagførdur
30.09.2021
Tann gamli parturin av barnagarðinum á Svangaskarði er nú dagførdur uttan. Bygningurin er blivin bjálvaður og fingið nýggja klæðing, líknandi nýggja partinum av dagstovninum.
“Gamla B68 húsið” ið bygningurin eisini verður kallaður, bleiv samanbygdur við nýggja partin av dagstovninum, tá hann bleiv útbygdur fyri nøkrum árum síðani.
Við dagføringini uttan, kann sigast at hesir báðir bygningar verðuliga eru knýttir saman til eina heild.
Starvsfólk og børn hava fylgt spent við í byggitíðini og børnini hava sett nógvar spurningar til handverkararnar.
Vit vilja takka børnum og starvfólkinum á dagstovninum, fyri at tey hava verði so fitt og blíð við okkum, ímeðan vit hava órógva teirra spælipláss í byggitíðini.
Eisini vilja vit takka Nes Kommunu og Teknistovuni fyri eitt gott samstarv.