KBH SØKIR EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKIÐ TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI
11-11-2020
VEGNA NÓGV VIRKSEMI, LEITA VIT EFTIR HANDVERKARUM OG ARBEIÐSFÓLKI AT BYRJA SKJÓTAST TIL BER TIL TIMBUR- OG BETONGARBEIÐI.
Vit hava nógvar spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Arbeiði er í Eysturoyðnni
Vit vænta at tú:
- hevur royndir sum timburmaður
- ert arbeiðssom/samur
- ert røkin
- ert álítandi
- hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Helga Johannessen,
telefon 218874
Umsóknin saman við lívsrensli og royndum skal sendast
til KBH@KBH.fo
Byggivirkið KBH er ein byggifyritøka við uml. 25-30 starvfólkum, byggifrøðingar, skrivstovufólk, timburmenn, Snikkarari, smiðir og lærlingar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men í høvuðsheitum innan Betong-, Timbur og snikkarafakið. Ofta sum høvuðsarbeiðstakari í samstarvi við fyritøkur innan hini fakini.