10 ára starvsdagar hjá KBH
11.09.2018
Okkara dugnaligu starvfólk, Jørmund Skoradal og Marin Rasmussen, hava verið í starvi hjá Byggivirkinum KBH í ávikavist 10 og 11 ár.
Hetta bleiv hátíðarhildi við einum felags morgunmati í kantinuni hjá KBH, har øll starvsfólkini samlaðust, áðrenn fari var til tey ymisku byggiplássini.
Benn Johannessen handaði teimun gávu og blómur og takkaði teimum fyri tíðina í fyritøkuni.
Vit í Byggivirkinum KBH vilja ynskja Marin og Jørmund hjartaliga tillukku við starvsdøgunum, og vóna at tey halda áfram í nógv ár framyvir.