Nýggju húsini til familjuna
02.05.2023
Tvey av seks húsum, ið Byggivirkið KBH letur byggja, framvið Høganesvegi á Toftum, verða liðug í juni / juli í ár.
Við hesi bygging, vilja vit raka tørvin hjá størru familjunum, -og hjá onkrum eldri, sum ynskja okkurt nýtt og lættari. Hetta er eitt alternativ til at byggja síni egnu hús, og her fáa fólk eini lyklaklár hús, har alt eisini er liðugt uttan.
Húsini eru í tveimun hæddum á 75 fermetrar hvør hæddin, umframt 11 fermetrar, sum er goymslu og tøkinirúm. – ella 161 fermetrar tilsamans.
Øll húsini hava eitt fantastiskt tún aftanfyri á stívliga 100 fermetrar. Tað er terrassa og carport sum binda húsini saman. Annars eru tey meir at rokna sum støk hús, har 4,5 metrar eru millum húsini.
Tað eru tvey ymisk sløg av húsum og trý av hvørjum. Onnur typan hevur fýra kømur og hin typan trý. Húsini sum hava trý kømur, hava ístaðin grovkøk, og øll seks húsini hava tvey baðirúm.
Øll húsini verða inniloka áðrenn veturin kemur og væntast kann at í minsta lagi tvey hús verða liðug seinni í ár. Øll verkætlanin nærkast endanum , tá árið er liði.
Húsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi, við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.
Onnur sethús verða bygd á niðaru sí á vegnum, so í hesum nýggja umhvørvinum, fara nógvar ungar familjur at búðleikast í nærmastu framtíð.
Tað eru nógv sum spyrja um húsini og áhugin er stórur.
Húsini verða lýst til sølu á www.ogn.fo í juni / juli í ár.
Meir verður at frætta um gongdina, á okkara heimasíðu. www.kbh.fo
Ynskir tú nærri kunning um hesa spennandi verkætlan, ert tú vælkomin at seta seg í samband við okkum.
Byggivirkið KBH