18 íbúðir eru nú handaðar til Bústaðir
09.06.2021
Tær 18 íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú allar avhandaðar til Bústaðir.
Fólk eru flutt inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar, sum vóru lidnar á jólum og mánadagin vóru tær seinastu 8 íbúðirnar handaðar, áðrenn tíð til ein vælnøgdan byggiharra.
Byggivirkið KBH hevur sum heildararbeiðstakari staðið fyri bæði projektering og bygging av teimum 18 íbúðunum.
Nes Kommuna hevur staðið fyri at skipa uttanumøki.
Vit vilja ynskja Bústøðum og øllum í Nes Kommunu hjartaliga tillukku við nýggju íbúðarlonunum, ið eru við til at víðka um bústaðarmøguleikarnar í bygdini.
Eisini vilja vit takka Bústøðum, Nes Kommunu og hinum arbeiðstakarunum fyri eitt gott samstarv.