Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/kbh.fo/public_html/wp-content/plugins/motopress-content-editor/includes/ce/Shortcode.php on line 927
Frálíkar íbúðir við Heygsveg – KBH
4578 Marmora Road,Glasgow, D04 89GR
Call Us Toll Free: 800-2345-6789

KBH

  • Heim
  • Tíðindi
  • Avrik
    • Sethús
    • Virkisbygningar
    • Størri bygningar
    • Betongarbeiði
    • Ymiskt
  • Um okkum
  • Samband
+298 44 88 74

Frálíkar íbúðir við Heygsveg

Frálíkar íbúðir við Heygsveg

Frálíkar íbúðir við Heygsveg

02.05.2019

Nú er møguligt at skriva seg upp til eina av teimum 16 frálíku íbúðunum, ið verða bygdar á Heygsvegi á Toftum.

Íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, ið er staðsettur mitt í hjartanum av bygdini við sera góðum útsýni yvir fjørðin. Tætt er til handlar, skúla, barnagarð og ítróttaøki. Eisini er skjótt at leggja sær leiðina niðan í nátturuvakra økið kring Toftavatn.

Íbúðirnar eru 55 og 78 fermetrar til støddar og vegleiðandi prísirnir eru ávikavist kr. 1.880.000,- og kr. 2.100.000,-.

Íbúðirnar eru væntandi klárar at flyta inn í – í 2021.

Ynskja tit kunning um áhugaverdu verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkumi samband við SKYN ella KBH.

Tjaldhøllin tikin í nýtslu
KBH skal útbyggja frítíðarskúlan á Toftum.
KBH
  • Heim
  • Avrik
  • Um okkum
  • Samband
Vit, leiðsla og starvsfólk hjá virkinum síggja tað sum okkara fremstu uppgávu at geva kundum okkara eina seriøsa og hóskandi ráðgeving til akkurát ta uppgávuna kundin hevur tørv á at fáa loysta. Vit eru før fyri at loysa og samskipa tær flestu uppgávurnar innan bygging, og hava fólk við førleikum til sera fjølbroyttar uppgávur og samstarva dagliga við fyritøkur á øllum økjum innan bygging. Her á heimasíðuni hava tit møguleika at síggja myndir av arbeiðum, sum vit hava gjørt. Annars ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við fyrispurningi um akkurát ta uppgávuna, ið tú hevur tørv á at fáa loysta.
KBH © 2021.